- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin á Sandi: Ein frægari loysn enn áðrenn

Í lógaruppskotinum fyri Suðuroyartunnilin, sum er borið í Løgtingið í dag, er upprunaliga tunnilsleiðin úr Skarvanesi til Sandvíkar varðveitt.
Men tunnilsfelagið arbeiðir nú við einar veglinju uppi á Traðarhamri á Sandi - heldur enn gjøgnum Sandsbygd, og tað er frægari ætlan, enn tað var áðrenn, sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu.
Hjá Landsverki mæla tey yvirskipað frá, at vegir verða gjørdir so høgt í landslagnum, segði Fríðrik Heinesen, sivilverkfrøðingur hjá Landsverki, í tíðindunum tann 29. januar í ár.
Kavin verður neyvan nakar trupulleiki, men Kristian Oskar Henriksen stúrir fyri, at tunga ferðslan fer at koyra gjøgnum bygdina alíkavæl.