
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Friðingarnevndin givið loyvi til vindmyllur í Klivaløkshaga

Náttúrufriðingarnevndin í Sandoyar sýslu hevur givið loyvi til, at vindmyllur vera bygdar í Klivaløkshaga vestan fyri Sands bygd.
Loyvið umfatar eisini vegin, sum skal gerast úr landsvegnum millum Sand og Skopun vestur í Klivaløkshaga.
Vegurin skal gjøgnum nakrar hagar.
Men loyvið er ikki treytaleyst, verri enn so.
Nógvar treytir eru, sigur Kristian Martin Joensen, sýslumaður og formaður í náttúrufriðingarnevndini.
Treytirnar eru millum annað tær, sum eru í umhvørvisárinsmetingini, sum SEV gjørdi, og Umhvørvisstovan góðkendi.
Kristian Martin Joensen.
Fer í Yvirfriðingarnevndina
Kristian Martin Joensen leggur dent á, at avgerðin hjá náttúrufriðingarnevndini er ikki endalig.
Hon fer nú í Yvirfriðingarnevndina, sum hevur endaligu avgerðina.
Umhvørvisstovan, Orka, bað náttúrfriðingarnevndina um loyvi.
Fimm til sjey vindmyllur skulu setast upp í Klivaløkshaga.
Umhvørvisstovan hevur longu lýst eftir umóknum um loyvi til elframleiðslu úr vindorku í Klivaløkshaga.
Lýsingin kom 15. juli, og freistin at bjóða er 15. januar næsta ár.