Erla Kongsdóttir siglir av Gomlurætt til Hvalbiar

Erla Kongsdóttir siglir av Gomlurætt til Hvalbiar
Dagført: Smyril siglir ikki meira í dag
Erla Kongsdóttir siglir av Gomlurætt til Hvalbiar klokkan 16.30.
 
06.09.2024 - 14:40

Av tí at siglingin hjá Smyrli er darvað, tí átrokandi umvælingar skulu gerast umborð, hevur Strandferðslan gjørt av seta Erlu Kongdóttur í sigling millum Gomlurætt og Hvalba.

Hon fer av Gomlurætt til Hvalbiar klokkan 15.30, og av Hvalba til Gomlurætt klokkan 17.15.

Erla Kongsdóttir tekur 96 ferðafólk, men akfør sleppa ikki við hesar túrarnar. 

Bussar í Suðuroy koyra í sambandi siglingina hjá Erlu Kongsdóttir.

 

Dánjal Samuelsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Dagført:

Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni, upplýsir nú, at Smyril siglir ikki meira i dag.

Men arbeitt verður við møguleikanum fyri, at Erla Kongsdóttir kanska kann gera onkran túr aftrat til Suðuroyar seinni í dag.

Hoyr samrøðu við Dánjal Samuelsen í útvarpstíðindunum: 

 

06092024_Danjal

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050