- Tíðindi, mentan og ítróttur
U20-HM: Jónas rennur innleiðandi í kvøld
Jónas G. Isaksen fer í kvøld undir heimsmeistarakappingina í frælsum ítrótti, sum er í peruanska høvuðsstaðnum, Lima.
Skjóti kvívíkingurin úr Bragdinum skal renna innleiðandi riðil á 200 metrum í eini roynd at koma í hálvfinalurnar.
Undan kappingini liggur føroyingurin, sum umboðar Danmark til HM, nummar 32 av 59 við tíðini 21,14 sekund, sum er hansara besta í ár. Bert 24 rennarar sleppa í hálvfinalurnar, so mest sannlíkt krevst ein betri tíð í kvøld.
Kvívíkingurin rennur í riðli seks á geil sjey, og starskotið ljóðar eftir ætlan klokkan 18:35 í kvøld.
Málið hjá Jónasi G. Isaksen er at renna seg í finaluna, meðan annar av venjarum hansara í Bragdinum, Debes Christiansen, segði við 3-2, at stílað verður eftir eini tíð undir 21 sekund.
Á Oyggjaleikunum á Guernsey í fjør vann kvívíkingurin gull við frálíkum avriki á 200 metrum, og hildið verður, at tann tíðin kanska var undir 21 sekund. Ólukkutíð riggaði tíðtøkutólið ikki, og tí fekk Jónas G. Isaksen onga almenna tíð. Tað, sum talar ímóti føroyinginum, er, at hann hevur havt ein lítlan skaða í lærinum og ikki hevur fingið vant við fullari ferð síðstu vikurnar.
Eiri Jógvansson Glerfoss vann Oyggjaleikagull á 100 metrum í Guernsey í fjør. Hann er á danska stafett-liðnum, sum skal renna 4x100 metrar í Lima. MYND: Dánial Olsen
Ein annar skjótur føroyingur, Eiri J. Glerfoss, skal eisini renna til U20-HM. Hann er við á stefett-liðnum hjá Danmark, sum skal renna fýra ferðir 100 metrar. Innleiðandi umfarið verður í annaðkvøld.
Kappingarnar verða vístar beinleiðis á https://eurovisionsport.com.