Føroyameistararnir aftur í finaluni

Føroyameistararnir aftur í finaluni
Bæði Miriam í Grótinum og Rúni Øster hava spælt seg í FM-finaluna í badminton og skulu verja sítt heiti frá í fjør
Rúni Øster skal verja sítt FM-heitið, tá Kontrast FM verður leygardagin
 
22.04.2025 - 08:49

Føroyameistararnir Miriam í Grótinum og Rúni Øster hava spælt seg í finalurnar í badminton, sum vera spældar leygardagin.

Miriam í Grótinum vann á Miu Thorkildshøj í hálvfinaluni, og skal spæla ímóti Sannu Thorkildshøj í finaluni, sum tískil verður ein endurtøka av finaluni í fjør. Vinnur Miriam í Grótinum er tað fjórða FM-heitið á rað.

Rúni Øster kom afturí aftur í stórum stíli í fjør eftir skaðasteðg, og hann skal verja sítt FM-heitið ímóti bert 18 ára gamla Christian Berg Petersen. Rúni Øster vann á Áranti Á Mýruni í hálvfinaluni, meðan Christian Berg Petersen basti Jónasi Djurhuus. 

Allir finalistarnir eru úr Havnar Badmintonfelag. Innleiðandi dystirnir í tvímansleiki verða spældir hósdagin, meðan innleiðandi dystirnir í blandaðum tvímansleiki verða fríggjadagin. Finalurnar verða leiktar í Høllini á Hálsi leygardagin frá klokkan 10.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878