- Tíðindi, mentan og ítróttur
Badminton: Finalistarnir í tvímansleiki funnir

Árant á Mýruni og Jónas Djurhuus skulu spæla ímóti Tóka Yngvason Guttesen og Fai Yin Wong í FM-finaluni í tvímansleiki í badminton við monnum.
Árant á Mýruni (MBF) og Jónas Djurhuus (HBF) taptu finaluna í fjør fyri Rúna Øster og Magnus Dal-Christiansen. Harafturat hava báðir tveir verið í einstaklingafinaluni fleiri ferðir síðstu árini.
Fai Yin Wong og bert 16 ára gamli Tóki Yngvason Guttesen eru nýtt harrapar.
Hjá kvinnum vunnu eldru systrarnar Lena Maria Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen á yngru systrum sínum Ranju Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen í hálvfinaluni. Tær eru allar úr KBF.
Lena Maria Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen skulu møta tvíburðasystrunum Sannu og Miu Thorkildshøj, sum vunnu á Julianna í Heiðunum og Miriam í Grótinum. Talan er um endurtøku av finaluni í fjør, har Sanna og Mia Thorkildshøj vunnu í trimum settum.
Kontrast FM verður leygardagin, og finalurnar í tvímansleiki verða spældar fyrrapartin. Seinnapartin verða einstaklingarfinalurnar, sum verða vístar í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.