- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyameistarakappingin í talvi kann avgerast í dag
Føroyameistarakappingin í talvi kann avgerast í dag
Tað er tætt ímillum oddamennirnar í kappingini, Høgna Egilstoft Nielsen og Leutjen Akselson Apol, einans eitt hálvt stig, og føroyameistarin kann verða funnin longu í dag.

17.04.2025 - 14:32
6. og næstseinasta umfar í føroyameistarakappingini í talvi er í Skúlatrø í Klaksvík í dag.
Tað er tætt ímillum oddamennirnar í kappingini, Høgna Egilstoft Nielsen og Leutjen Akselson Apol, einans eitt hálvt stig, og føroyameistarin kann verða funnin longu í dag.
Tað sigur Suni Merkisstein, talvviðmerkjari.
1738669
Dagsins umfar er sum sagt í Skúlatrø í Klaksvík og byrjaði nú klokkan tvey.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV