- Tíðindi, mentan og ítróttur
FM í borðtennis: Albert ímóti finaludebutanti

Albert Weihe Wolfsberg kann vinna sítt fjórða føroyameistaraheiti í borðtennis, tá Kontrast FM verður í høllini á Hálsi í Havn leygardagin.
Hann spældi seg uttan stórvegis hóvasták í finaluna við tryggum 4-0 sigrum á Poul Knút Poulsen í fjórðingsfinaluni og blaðunga Rasmus Teitsson í Skorini í hálvfinaluni.
Finalumótstøðumaðurin leygardagin verður 19 ára gamli Ári Fríðason Jensen, sum er í FM-finaluni fyri fyrstu ferð. Hann vann á stórabeiggjanum og fleirfalda føroyameistaranum Fróða Fríðason Jensen í eini spennandi hálvfinalu, sum endaði 4-3.
Í FM-finalunum hjá kvinnum verður talan um eina endurtøku av finaluni í fjør, har tær báðar TBF-kvinnurnar, Anja Wongwai og Britt Michelsen, sum nú undir lesnaði í Danmark umboða Amager BTK, aftur fara at hittast. Síðsta ár var Anja Wongwai omaná og vann sítt fyrsta FM-heiti, so spennandi verður at síggja hvør teirra megnar at vinna sítt annað FM-heiti. Britt Michelsen var nevniliga føroyameistari fyrraárið.
Finalur vera eisini í tvímansleiki hjá kvinnum og monnum og í blandaðum tvímansleiki. Kringvarpið sendir FM-finalurnar í einmansleiki í morgin frá klokkan 13.