Mæla til at stytta skúlagongdina hjá dekkarum

Mæla til at stytta skúlagongdina hjá dekkarum
Tað skal bera til at taka dekkarapartin fyri seg og motorpartin fyri seg, sigur arbeiðsbólkur
Landsstýrismaðurin hevur fingið tilmæli um at endurskoða skipsatstøðisútbúgvingina í Sjónámi í Klaksvík.
 
27.08.2024 - 08:16

Nú skulu tey, sum ætla sær at vera dekkari, ganga hálvt ár í skúla í staðin fyri eitt.

Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt tilmæli um, at skipsatstøðisútbúgvingin verður skipað í modul.

Tað skal bera til at taka dekkarapartin fyri seg og motorpartin fyri seg. 

Hetta skal gera, at tað fer at bera til at avgreiða skúlapartin til dekkara eftir sløkum hálvum ári og ikki sum nú, har neyðugt er at vera í skúla í eitt ár fyri at fáa skúlagongdina til dekkara. 

Arbeiðsbólkurin hevur latið landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, tilmæli um at endurskoða skipsatstøðisútbúgvingina í Sjónámi í Klaksvík. 

Vinnan hevur leingi biðið um ein styttri leist til at gerast fulltikin dekkari á handilsskipi, tí stórur tørvur er á fleiri føroyingum umborð. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109