Stór kanning: Kommunurnar eiga at raðfesta vegir og gonguteigar hægri

bannari
Stór kanning: Kommunurnar eiga at raðfesta vegir og gonguteigar hægri
Eisini eldraøkið og umstøður hjá børnum og ungum eiga at fáa hægri raðfesting. Tað vísir ein stór kanning, har borgarar eru spurdir um, hvussu nøgdir teir eru við sína kommunu
Raðfestið vegir og gonguteigar hægri. Tað er boðskapurin frá borgarunum til føroysku kommunurnar sambært stórari nýggjari meiningakanning
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
22.08.2024 - 17:57

Raðfestið vegir og gonguteigar, eldraøkið og umstøður hjá børnum og ungum hægri. 

Tað er boðskapurin hjá føroyingum til sínar kommunupolitikarar sambært stórari meiningakanning, sum Kringvarpið hevur latið gera og sum verður almannakunngjørd komandi vikurnar í sambandi við kommunuvalið.

Fólk vóru millum annað biðin um at velja upp til fýra øki, sum tey halda, at teirra kommuna eigur at raðfesta hægri. Her svaraðu 37%, at vegir og gonguteigar eiga at fáa hægri raðfesting. 32% søgdu umstøður hjá teimum eldru ella eldraøkið, og 26% søgdu umstøður hjá børnum og ungum.

Fólk eru eisini spurd, hvussu nøgd tey eru við sína kommunu á ymsum økjum, so sum barnaansing, eldraøkinum og skúlaøkinum. 

Og um vit til dømis taka spurningin, hvussu nøgd fólk eru við barnaansingina í sínari kommunu, so er Kvívíkar kommuna ovast á listanum. Harnæst koma Sørvágs kommuna, Sjóvar kommuna og Sunda kommuna.

Hinvegin eru borgararnir í Viðareiðis kommunu minst nøgdir við barnaansingina. Aðrar kommunur sum klára seg illa í hesum eru Sumbiar kommuna og Hvannasunds kommunu. Fjórðniðast á listanum yvir barnaansing er Tórshavnar kommuna.

 

Fólk fingu spurningin "Hvussu nøgd/-ur ert tú við barnaansingina?" og svarmøguleikar frá 1 til 7, har 1 var "Sera væl nøgd/-ur" og 7 var "Sera illa nøgd/-ur". Síðani eru svarini umroknað til ein stiga frá 0 til 100, og jú hægri miðaltal ein kommuna fær, jú betri skoðsmál hava borgararnir givið henni (í summum kommunum eru svarini ov fá til, at tær koma við í yvirlitið)

 

Hvat halda onnur um okkum?

Og so verður eisini spurt, um borgarar halda, at teirra kommuna hevur eitt gott umdømi í samfelagnum sum heild - við øðrum orðum: Hvat halda onnur um okkum? 

Og her vísir kanningin, at serliga borgarar í Eysturkommunu og í Nes kommunu halda, at teirra kommuna hevur eitt gott umdømi. Í hinum endanum finna vit Tvøroyrar kommunu, Sands kommunu og Skopunar kommunu, har fæst borgarar halda, at teirra kommuna hevur eitt gott umdømi í samfelagnum sum heild.

Umleið 3.000 føroyingar úr øllum teimum 29 kommununum eru spurdir í kanningini, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya.

 

Fólk fingu spurningin "Tá ið hugsað verður um kommununa sum heild - hvussu samd/-ur ert tú so við hesa útsøgn: Kommunan hevur eitt gott umdømi í samfelagnum sum heild" og svarmøguleikar frá 1 til 7, har 1 var "Púra samd/-ur" og 7 var "Púra ósamd/-ur". Síðani eru svarini umroknað til ein stiga frá 0 til 100, og jú hægri miðaltal ein kommuna fær, jú meira samdir eru borgararnir við útsøgnina (í summum kommunum eru svarini ov fá til, at tær koma við í yvirlitið)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477