Útisiglarar kunnu brúka Skjáttuna til vinnubrøv

Útisiglarar kunnu brúka Skjáttuna til vinnubrøv
Skjáttan er ein app til snildfonina, sum í løtuni hýsir talgilda koyrikortinum og talgilda samleikakortinum
Ein fegin Nicolai Mohr Balle, stjóri á Talgildu Føroyum, tá Skjáttan var tikin í nýtslu í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.07.2024 - 18:00

Talgildu Føroyar halda fram at menna Skjáttuna, og skjótt kunnu útisiglarar brúka Skjáttuna til viðkomandi vinnubrøv.

Hetta verður gjørt í samstarvi við Sjóvinnustýrið.

Skjáttan er ein app til snildfonina, sum í løtuni hýsir talgilda koyrikortinum og talgilda samleikakortinum.

-  Eitt hav av møguleikum eru við Skjáttuni, sigur stjórin í Talgildu Føroyum, Nicolai Mohr Balle:

 

09072024_Skjattan_1

 

Skjáttin verður støðugt ment. Á myndini Dennis Holm, landsstýrsmaður, Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildu Føroyum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna, tá Skjáttan var tikin í nýtslu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Loysnin við talgilda koyrikortinum roynist væl, sigur Nicolai Mohr Balle. Og ætlanin er, at koyrikortið eisini skal vera galdandi uttanlands í framtíðini:

 

09072024_Skjattan_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050