Greining: Útlendska arbeiðsmegin stóran týdning

Greining: Útlendska arbeiðsmegin stóran týdning
Teir 2.000 útlendingarnir, sum arbeiða í Føroyum, góvu tvær milliardir í íkasti til BTÚ í fjør
Nógvir útlendingar arbeiða m.a. á fiskavirkjum. Í Føroyum eru sjey prosent av løntakarunum útlendingar. (Savnsmynd)
 
25.06.2024 - 11:46

Útlendingar, sum arbeiða í Føroyum, hava stóran týdning fyri føroyska búskapin og fyri vinnuna. 

Tað vísir ein búskaparlig greining, sum Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, hevur gjørt fyri Føroya arbeiðsgevarafelag.

Útlendsku starvsfólkini hava verið ein fortreyt fyri stóra búskaparvøkstrinum seinastu tíggju árini.

 

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur. 

 

Tvær milliardir í fjør

Ein meting, sum, við fyrivarnum, byggir á samanberingar við Danmark, vísir, at teir 2.000 útlendingarnir, sum eru komnir til Føroya at arbeiða, góvu eitt íkast til BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuna, sum var tvær milliardir krónur í 2023. 

Greiningin vísir eisini, at útlendingarnir bøttu nógv um úrslitið hjá almennu kassunum, sannlíkt 200-300 milliónir krónur í 2022.

Í Føroyum eru sjey prosent av løntakarunum útlendingar. Í Íslandi er talið 23 prosent og 13 prosent í Danmark.

Les uppritið til greiningina hjá Johnny í Grótinum her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114