Prísvøksturin er 2,6 prosent

Prísvøksturin er 2,6 prosent
Størsti prísvøksturin er í bólkinum, sum eitur býli, og hann kemst av rentuhækkingum
Matvørur kostaðu fýra prosent meira í februar í ár enn í februar í fjør. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.04.2024 - 09:36

Prísvøksturin heldur fram, men nú hækka prísirnir við minni ferð, enn teir hava gjørt seinastu trý árini, veit Hagstovan at siga. 

Árligi vøksturin í brúkaraprístalinum var 2,6 prosent í februar í 2024 samanborið við februar í fjør.

Størsti prísvøksturin er í bólkinum, sum eitur býli.

Hann kemst av rentuhækkingum.

 

 

Húsarhaldsvørur bíligari

Men prísurin á ymsum húsarhaldsvørum og búnýti er lækkaður.

Og klæði og bilar eru eitt vet bíligari nú enn fyri einum ári síðani, skrivar Hagstovan. 

Matvørur kostaðu fýra prosent meira í februar í ár enn í februar í fjør.

Serliga fiskur, kjøt og grønmeti eru dýrari nú. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114