Mette Frederiksen í Ukraina

Mette Frederiksen í Ukraina
Danski forsætisráðharrin og ukrainski forsetin hava skrivað undir avtalu um framhaldandi fíggjarligan og hernaðarligan stuðul til Ukraina
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Volodymyr Zelenskyj, forseti, hava skrivað undir avtalu um hernaðarligan og fíggjarligan stuðul.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.02.2024 - 14:00

Mette Fredriksen, forsætisráðharri í Danmark, er í løtuni í Ukraina, har hon hevur hitt Volodymyr Zelenskyj, forseta.

Tað er fjórðu ferð, at Mette Fredriksen vitjar í Ukraina, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri júst tveimum árum síðani. 

Vitjanin er í býnum Lviv, har vesturi í landinum 

Mette Frederiksen og Zelenskyj hava skrivað undir avtalu, sum tryggjar framhaldandi fíggjarligan og hernaðarligan stuðul til Ukraina í 10 ár.

Mette Frederiksen og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, boðaðu frá avtaluni á tíðindafundi í gjár, og í dag hava forsætisráðharrin og ukrainski forsetin skrivað undir avtaluna.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369