- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kryolitnámið: Grønlendskir floksleiðarar vilja hava málið kannað
Grønlendskir floksleiðarar krevja, at kanningar verða settar í verk eftir dokumentarsendingina í danska kringvarpinum í gjárkvøldið kryolitnámið í Ivittuut.
Sambært sendingini høvdu Danmark og USA 800 milliardir kr. í umsetningini av tí, sum námið gav.
Erik Jensen, formaður í Siumut, sigur við Sermitsiaq, at hann er illa við av, at danska stjórnin hevur forvunnið so nógvan pening í Grønlandi.
Erik Jensen sigur, at hann fer at krevja, at øll nám og øki, sum verða brúkt til hernaðarendamál, verða kannað, so greiði fæst á, hvussu nógv aðrar tjóðir hava forvunnið.
- Sannleikin má koma fram, sigur hann.
Sí sendingina "Grønlands hvide guld" her
Krevur opinleika
Formaðurin í Attasut, Aqqalu C. Jerimiassen, krevur eisini fullan opinleika í málinum.
- Hetta kann á ongan hátt góðtakast. Øll slík mál eiga at verða kannað, sigur Aqqalu C. Jerimiassen við Sermitsiaq, og heitir á donsku stjórnina um at taka ábyrgd.
Pele Broberg er formaður í Naleraq.
Naleraq: Hetta hava vit vitað
Pele Broberg, formaður í Naleraq, sigur hinvegin, at neyðugt er ikki at kanna meiri. Hann heldur, at spurningurin er, hvussu veljarin skal brúka vitanina.
- Alt, sum vit hava sagt, verður váttað nú. Okkum nýtist ikki at líta aftureftir. Vit hava longu vitað tað, sigur Pele Broberg við Sermitsiaq.
- Okkum nýtitst ikki at argumentera fyri, at vit vilja vera sjálvstøðugt land, sigur hann.