Stórt trygdarbrot á talgildum íløgupalli

Stórt trygdarbrot á talgildum íløgupalli
Brúkarar á íløgupallinum hava av misgáum fingið atgongd til kontur hjá øðrum fólkum, sum brúka Nordnet
Føroyingar brúka eisini Nordnet, virðisbrøv verða keypt og seld.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.02.2025 - 14:06

Dagført kl. 15.55: Trygdarbrotið á Nordnet er nú rættað.

 

Talgildi íløgupallurin, Nordnet, sum fleiri føroyingar eisini brúka, hevur fyrrapartin sent út fráboðan um stórt trygdarbrot.

Á Nordnet verða virðisbrøv keypt og seld.

Brúkarar á íløgupallinum hava av misgáum fingið atgongd til kontur hjá øðrum fólkum, sum brúka Nordnet.

Hetta váttar Nordnet fyri Ekstra Blaðnum og DR.

- Vit kanna málið, og í løtuni er alt læst. Vit seta øll neyðug trygdartiltøk í nýtslu, sigur talsfólkið hjá Nordnet í Danmark, Jonas Melander.

Hvørki appin ella heimasíða rigga í løtuni.

Nordnet upplýsir, at tey ikki vita, hvat orsøkin til trygdarbrotið er, men talan er ikki um teldusníkar.

Dagføring, klokkan 15.15:

Nú rigga appin og heimasíða aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463