Treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár fyri at smugla hassj

Treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár fyri at smugla hassj
Útlendska kvinnan játtaði seg seka í Føroya rætti, og hon verður innkallað at sita dómin í Danmark
Kvinnan, sum kom við Norrønu í morgun, var í Føroya rætti dømd treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár. Kvinnan játtaði seg seka.
 
11.02.2025 - 16:00

Ein útlendsk kvinna í 50'árunum er í Føroya rætti í dag dømd fyri at hava smuglað átta kilo av hassji til Føroya. 

Kvinnan kom til Føroya í ferðalagi við øðrum við Norrønu í morgun. 

Tollarar fingu illgruna til kvinnuna og kannaðu viðførið hjá henni. Har hevði hon fjalt hassjið.

Kvinnan, sum býr í Danmark, var handtikin, skuldsett og seinni ákærd. 

Hon játtaði seg seka. Hon var dømd treytaleysa fongsulsrevsing í 12 mánaðir.

Kvinnan er latin leys, og hon verður innkallað at sita dómin í Danmark, sigur Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301