Trump: Vit hava brúk fyri Grønlandi til heimsins tryggleika

Trump: Vit hava brúk fyri Grønlandi til heimsins tryggleika
Amerikanski forsetin var til finaluna í amerikanskum fótbólti, Super Bowl, í nátt okkara tíð
Donald Trump, forseti, heilsar báðum liðunum í Super Bowl í nátt.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.02.2025 - 09:37

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur enn eina ferð úttalað seg um Grønland.

Trump var á veg til Super Bowl - tað er tann stóra finalan í amerikanskum fótbólti, sum var í nátt okkara tíð - tá hann bleiv spurdur, hvussu hansara ætlanir um at yvirtaka Grønland, Kanada og Gasa-geiran hongur saman við slagorðinum "America First".

- Tí tað ger okkum størri, sterkari, betri og betur vard", svaraði Donald Trump.

- Vit hava brúk fyri Grønlandi til okkara nationala tryggleika. Altjóða tryggleika. Heimsins tryggleika og heimsfriðin, segði hann.

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Philadelphia Eagle vann

Donald Trump og fleiri hundraðtals milliónir onnur sóu í nátt okkara tíð Philadelphia Eagles vinna Super Bowl 40-22 móti Kansas City Chiefs.

Veddingarfyritøkurnar høvdu Kansas City Chiefs sum favoritt, men Eagles fingu eina nógvi betri byrjan uppá dystin, og í hálvleikinum var støðan longu 24-0. Tann leiðslan vaks til 34-6, áðrenn Chiefs fótaðu sær í síðsta korterinum, so endaliga úrslitið bleiv 40-22.

Dysturin var spældur í Caesars Superdome í New Orleans, har 65.000 áskoðarar sluppu inn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371