Gleða seg til vetrarferiu

Gleða seg til vetrarferiu
Børnini í Kollafjarðar skúla gleða seg til fyrstu vetrarferiuna, sum byrjar í morgin. Men ikki øll foreldur og lærarar eru eins nøgd við longdina á vetrarferiuni
Kollafjarðar skúli
 
11.02.2025 - 19:11

Næmingarnir í Kollafjarðar skúla gleða seg at fáa frí restina av vikuni. Men tey halda ikki at foreldrini eru eins glað fyri vetrarferiuna.

Foreldrini, sum Kringvarpið hevur tosað við, halda, at tað hevði verið betri um vetrarferian var í eina heila viku í staðin fyri bert tríggjar dagar.

Tey vísa eisini á, at hjá summum foreldrum kann tað vera ringt, at fáa tað at hanga saman, tí tey ikki hava møguleika at taka frí saman við børnunum.

Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, varaskúlastjóri í Kollafjarðar Skúla, undrast eisini um, at vetrarferian er tríggjar dagar.  

Jákup Dam, sum er lærari, er samdur. Hann heldur hetta er hvørki fuglur ella fiskur.

 

1725556

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301