- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanning í Danmark: Eingin blokkstuðul, um Grønland fer úr ríkinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gronland_og_danmark.png?itok=y6i6FaiW)
Ein stórur meiriluti av dønum heldur, at ger Grønland av at taka seg úr ríkisfelagsskapinum og verðat sjálvstøðugt land, so skal fíggjarligi stuðulin úr Danmark halda uppat alt fyri eitt.
Í eini meiningakanning hjá Megafon, har 1.001 fólk eru spurd, siga 74 prosent seg vera "helt enig" ella "overvejende enig" í, at búskaparligi stuðulin, ella blokkstuðulin, skal halda uppat beinanvegin, um Grønland verður sjálvstøðugt.
Bara 17 prosent halda, at stuðulin skal halda fram, um so verður.
Kanningin varð gjørd 30. og 31. januar og varð almannakunngjørd í gjár.
Í Grønlandi er støðan ein onnur. Ein meiningakanning, sum Verian gjørdi fyri Berlingske og Sermitsiaq frá 22. til 26. januar, vísti, at 55 prosent av grønlendingum halda, at Danmark hevur skyldu til at veita fíggjarligan stuðul, eisini eftir eina møguliga loysing.
Danski blokkstuðulin til Grønlands í 2024 var fýra milliardir krónur.