Ákæruvaldið kært fyri ikki at fara í rættin við máli um tvígiftu

Ákæruvaldið kært fyri ikki at fara í rættin við máli um tvígiftu
Málið er nú sent statsadvokatinum, sum kann biðja ákæruvaldið gera fleiri kanningar, ella viðgera støðutakanina av nýggjum
Ákæruvaldið tók málið um tvígiftu aftur, tí tað helt seg ikki kunna prógva, at kvinnan var sek í bigami. (Savnsmynd)
 
11.02.2025 - 18:00

Málið um tvígiftu, bigami, er ikki liðugt enn.

Ákæruvaldið hevur fingið eina kæru um avgerðina ikki at fara í rættin við málinum.

Málið verður tí sent statsadvokatinum.

Hann kann biðja ákæruvaldið gera fleiri kanningar í málinum, ella viðgera støðutakanina av nýggjum.

 

Tók málið aftur

Ákæruvaldið tók málið um tvígiftu, sum í september í fjør var sett á rættarlistan, aftur.

Nýggj skjøl stuðla uppáhaldinum um, at konan ikki var gift, tá hon var gift uppaftur.

Ákæran segði, at ein 39 ára gomul kvinna var sek í tvígiftu.

Hon var ákærd fyri at hava gift seg við einum føroyingi, hóast hon longu var gift í heimlandi sínum í Asia. 

Hetta var í 2012.

Málið skuldi viðgerast í Føroya Rætti í september í fjør.

Men verjin bað um at fáa tað útsett. 

Málið var útsett í tríggjar mánaðir.

 

Kundi ikki prógvast

Málið er mett av nýggjum, og við nýggju skjølunum kann ákæruvaldið ikki prógva, at kvinnan er sek í tvígiftu, segði Katrin Thorsvig Hansen, ákæri, 20. januar. 

Ákæran var tí tikin aftur.

Men tann avgerðin er kærd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301