Disney Playmakers í Føroyum

Disney Playmakers í Føroyum
Nú er Disney Playmakers aftur opið fyri tilmelding!
 
11.02.2025 - 15:38

Playmakers er eitt samstarv millum Disney og UEFA, sum Fótbóltssamband Føroya er ein partur av. Við átakinum ynskja tey at geva 5-6 ára gomlum gentum eina øðrvísi og stuttliga byrjan uppá fótbólt, har dentur verður lagdur á rørsluførleikar, lívsførleikar og sosialar førleikar.

Eitt umfar av Playmakers fevnir um 8-10 venjingar, har genturnar spæla seg ígjøgnum søgugongdina úr einum Disneyfilmi við sterkum kvinnuligum fyrimyndum; í komandi umfari er talan um Disneyfilmin FROZEN 2.

Venjingarnar eru serliga ætlaðar gentum, ið ikki hava roynt at gingið til fótbólt fyrr. So tað er ikki at halda seg aftur!

Í næstum verður Playmakers bjóðað út á hesum støðum:
Argir (í samstarvi við AB), Havn (í samstarvi við B36), Sandoy (í samstarvi við B71), Sundalagið (í samstarvi við EB/Streym), Fuglafjørður (í samstarvi við ÍF) og í Klaksvík (í samstarvi við KÍ).

Meira kunning og tilmelding fer framm á heimasíðuni hjá Fótbóltsambandi Føroya, www.fsf.fo

Hoyr samrøðuna, sum morgunsendingin hevði við fyriskipararnar, Mariu Ziskason og Christinu Ravnsfjall frá Fótbóltsambandi Føroya, her:

1725171

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594