Røtt vegleiðing til børnini í Vági

Røtt vegleiðing til børnini í Vági
- Nú hava vit fingið amboð til at tryggja, at børn og familjur í kommununi, sum hava tað trupult, fáa rætta vegleiðing, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.
 
11.02.2025 - 18:58

Vágs Kommuna er blivin royndarkommuna í samstarvi við Barna- og Útbúgvingarmálaráðið um Barnaverkætlanina.

Á fundi í gjárkvøldið vórðu vágbingar kunnaðir um  Barnaverkætlanina.

Fólk, sum varða av verkætlanini kunnaðu yvirskipað um verkætlanina, og hvat hon fer at týða fyri fólk í Vágs kommunu.

 

 

Netsamskipari í starv

Vágs Kommuna er blivin royndarkommuna, og endamálið er at víðarimenna barna- og ungdómsøkið í Vágs Kommunu, har málið er at betra um støðuna hjá børnum og ungdómi í kommununi. 

Vágs Kommuna hevur sett ein netsamskipara at arbeiða við verkætlanini. Netsamskiparin byrjar í starvinum 1. mars.

 Vágs Kommuna rindar sjálv fyri netsamskiparan, sigur Bjarni Johansen.

 

1725522

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301