- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trentemøller fer at spæl á G! festivalinum
Trentemøller breyt ígjøgnum við útgávuni "The Last Resort" í 2006.
Plátan stendur enn sum ein varðin innan elektroniska pallin í Danmark.
Serliga lagið "Moan" gjørdist kent, ella rættari sagt, so var tað endurmiksið hjá Trentemøller sjálvum av sínum egna lagi, ið hittaði.
Danski ljóðborðsgandakallurin hevur síðani latið úr hondum fleiri útgávur síðani gjøgnumbrotið.
Boð hava eisini verið eftir Trentemøller at endurmiksa tónleik hjá Tricky, Depeche Mode og The Knife, fyri bert at nevna nøkru av teimum fleiri enn hundrað endurmiksunum, hann hevur gjørt.
Á pallinum til G! festivalin fara vit at uppliva Anders Trentemøller saman við bólki sínum, hvørs limir eita Dísa Jakobs, Silas Tinglef, Brian Batz og Jacob Haubjerg.
Var við Múrin
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Trentemøller stendur á palli í Føroyum.
Trentemøller var eitt av høvuðsnøvnunum á Festivalinum við Múrin í Kirkjubø í 2009 saman við eitt nú Tiësto og Ace Of Base.
Festivalurin við Múrin fór seinni av knóranum.