- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ulf Kristersson: Hatur kann ikki berjast niður við meira hatri
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kristersson_1.jpg?itok=Qsaqaiow)
Svøríki er eitt land í sorg, segði svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, tá hann í gjárkvøldið talaði til tjóðina í sjónvarpi, í sambandi við hópdrápið í Örebro týsdagin.
- 4. februar 2025 er brendur inn í svensku søguna sum ein myrkur dagur, segði forsætisráðharrin, sum sendi sína samkenslu til tey, ið hava mist, og hann mælti svium til at standa saman.
- Hatur kann ikki berjast niður við meira hatri, men við at vit standa saman um alt, sum vit elska við okkara landi - alt, sum vit vilja verja og byggja víðari á, segði Ulf Kristersson.
Hann heitti á almenningin at hugsa um, hvat tey kunnu gera fyri tey, sum hava brúk fyri stuðuli og menniskjaligum hita.
- Eingin kann gera alt, men øll kunnu gera okkurt, segði hann.
At hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og at standa saman í truplum tíðum. Hesi virði allýsa svian, segði Ulf Kristersson, og legði aftrat: