15.000 søkt um at sleppa við til Closed for Maintenance

15.000 søkt um at sleppa við til Closed for Maintenance
Burtur úr rúgvuni verða 80-100 útlendsk sjálvboðin tilvildarliga vald at vera við
Closed for Maintenance verður 1.-3. mai, og níggju ymiskar verkætlanir við í ár.
 
11.02.2025 - 15:05

15.000 fólk hava søkt um at vera við til Closed for Maintenance, og tað er met.

Tað er sjeyndu ferð, at Visit Faroe Islands skipar fyri árliga átakinum Closed for Maintenance, í tøttum samstarvi við kommunur, kunningarstovur og onnur. 

Teir 48 tímarnar, tilmeldingin er opin, plaga um 5.000 fólk at tekna seg, men í ár komu fleiri enn 15.000 tilmeldingar, sum er nýtt met. Burtur úr rúgvuni verða 80-100 útlendsk sjálvboðin tilvildarliga vald at vera við.

Tilmeldingin fyri føroyingar letur upp um mánaðarskiftið mars/apríl.

Closed for Maintenance verður 1.-3. mai, og níggju ymiskar verkætlanir við í ár: Koltur, Nólsoy, Bøur, Tvøroyri, Gøta, við Gjógv, Leynar, Skopun og Tórshavn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946