Kunnu fáa trupulleikar við eginpeninginum

Kunnu fáa trupulleikar við eginpeninginum
Formaðurin í kirkjuráðnum á Argjum útilokarikki, at endurgjald verður kravt, um kirkjan skal flytast
Teknaða kirkjan er gjørd til lendið við Sandá, og kann tí ikki flytast á annað øki, sigur Rúni Hentze, formaður í kirkjuráðnum á Argjum.
 
12.02.2024 - 08:42

Skal ætlaða kirkjan á Argjum flytast, fær kirkjuráðið trupulleikar við eginpeninginum.

Eginpeningurin hjá kirkjuráðnum røkkur akkurát til verandi verkætlan. 

Tilgongdin síðani arkitektappingin var í 2015 hevur kostað slakar sjey milliónir krónur. 

Roknast kann við, at byggingin verður seinkað níggju ár og fer at kosta nógv meira enn tær 76 milliónir krónurnar, sum nýggjasta kostnaðarmetingin vísir.

Tað sigur formaðurin í kirkjuráðnum, Rúni Hentze, í skrivi.

 

Kann ikki flytast

Hann sigur, at í oktober í fjør kallaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, kirkjuráðið á fund um møguliga nýggja staðseting.

Men kirkjuráðið vil ikki flyta kirkjuna. Málið er ikki viðgjørt í býráðnum.

Teknaða kirkjan er gjørd til lendið við Sandá, og kann tí ikki flytast á annað øki. 

Innkoyringarnar til trøðna, sum borgarstjórin skeyt upp at brúka, eru smalir, einsporaðir vegir, og eingi parkeringspláss eru í grannalagnum, sigur Rúni Hentze.

Hann útilokar ikki, at endurgjald verður kravt, skal kirkjan flytast.

Nú eru liðin 18 ár, síðan arbeiðið at byggja nýggja kirkju á Argjum byrjaði. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109