Tvey øki í Sandavági til íbúðabygging

Tvey øki í Sandavági til íbúðabygging
Freistin at bjóða er fríggjadagin 20. januar á middegi
Økini, sum eru lýst til sølu, liggja við innkomuvegin til Sarpar í Sandvági.
Mynd: Vága kommuna  
 
13.01.2023 - 15:03

Tað tykist sum fleiri kommunur í landinum nú veruliga hava sett ferð á at byggja íbúðir.

Seinastu mánaðirnar hava vit frætt um fleiri størri kommunal grundstykkir, sum eru lýst til sølu til tey, sum vilja átaka sær at byggja íbúðir, og í dag er tað Vága kommuna, sum er komin við slíkari fráboðan.

Talan er um tvey økir í Sandavági. Annað er 1.300 fermetrar til støddar, og hitt er 2.000 fermetrar.

 

Hóskandi tal ein treyt

Tað er ein treyt, ateitt hóskandi tal av íbúðum er í verkætlanini. Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðastøddum, og at atlit verður tikið at umhvørvinum og útsýninum.

Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í lendið, sigur Vága kommuna.

Bjóðast kann uppá økini hvør sær ella undir einum. Prísurin er kr. 200,- fyri fermeturin. Økið liggur við innkomuvegin til bústaðarøkið Sarpar í Sandavági, við góðum útsýni yvir bygdina og út á fjørðin.

Freistin at lata inn skrivlig boð er fríggjadagin 20. januar á middegi. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114