Sjey milliónir til nýggjar verkætlanir um havgransking

Sjey milliónir til nýggjar verkætlanir um havgransking
Endamálið við granskingarskránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi
Hetta er annað játtanarumfarið frá granskingarskránni, sum danska stjórnin hevur játtað stuðul til í tíðarskeiðnum 2020-2023. (Savnsmynd)
 
07.12.2022 - 16:05

Faknevndin fyri skránna um havgransking í Norðuratlantshavi hevur játtað 6,8 mió. kr. til tvær nýggjar verkætlanir.

Tað upplýsir Granskingarráðið.

Hetta er annað játtanarumfarið frá granskingarskránni, sum danska stjórnin hevur játtað stuðul til í tíðarskeiðnum 2020-2023.

Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi.

 

Átta umsóknir

Verkætlanirnar fevna um ph.d., post.doc. og masterlesandi og hava luttakarar frá stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark.

Átta umsóknir vóru komnar, tá freistin fór 25. august. Faknevndin setti eina altjóða serfrøðinganevnd at meta um góðskuna á verkætlanunum.

Faknevndin grundaði sínar avgerðir á metingarnar og raðfestingina hjá serfrøðinganevndini, og á strategisku raðfestingina í útbjóðingartekstinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114