Fimm menn ákærdir fyri serliga ráan harðskap

Fimm menn ákærdir fyri serliga ráan harðskap
Føroya rættur hevur sett av tveir dagar í næstu viku til málið
Føroya rættur fer í næstu viku at viðgera eitt mál um serligan ráan harðskap.
 
03.11.2022 - 08:18

Fimm ungir menn, 18 og 19 ára gamlir, eru ákærdir fyri serliga ráan harðskap.

Teir eru ákærdir fyri í tíggju minuttir sunnunáttina 27. juni í fjør at hava sparkað og sligið ein mann ferð eftir ferð, og ákæran umfatar eisini kvørkratak og tramp í høvdið.

Harðskapurin skal vera framdur í trimum førum og skal, sambært ákæruritinum, vera hendur í Klaksvík, millum annað á fótbóltsvøllinum.

 

Fýra kroyst rivjabein

Maðurin, sum var álopin, fekk sár, blá merki, fýra kroyst rivjabein, brot á høgra alboga og hann misti ein jaksil, stendur í ákæruritinum.

Ein maður aftrat, hann er 18 ár, er ákærdur fyri at skumpa álopna mannin og leggja hann niður á vegin, tá harðskapurin byrjaði við Atlantis bio klokkan fimm sunnunáttina 27. juni í fjør.

Føroya rættur hevur sett av tveir dagar í næstu viku til málið.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823