Tjóðleikhúsið verður flutt

Tjóðleikhúsið verður flutt
Miðøkið á havnarøkinum er avsett til alment mentanarligt endamál, so sum leikhús og almenn bilpláss
4.000 fermetrar eru settir av til tjóðleikhús har, sum farstøðin nú er.
 
25.02.2022 - 11:14

Tjóðleikhúsið verður ikki bygt við Bursatanga, men sunnan fyri staðið, sum Mentamálaráðið ætlaði at brúka.

Tað hevur Tórshavnar býráð avgjørt, nú heildarætlan er gjørd fyri eystara havnarøkið.

4000 fermetrar eru settir av til tjóðleikhús har, sum farstøðin nú er.

Fimm hæddir

Har ber til at byggja høgt, upp í fimm hæddir, og undantak kann í serligum føri verða givið upp til 20 metrar til eitt nú leikhústorn.

Miðøkið á havnarøkinum, sum eitur økispartur trý, er avsett til alment mentanarligt endamál, so sum leikhús og almenn bilpláss.

Her verður ein nýggj og størri rundkoyring gjørd, við einum eyka ferðsluarmi, sum verður leiddur beint oman á 
bryggjuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035