- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søgulig skeltir á Toftum
Søgulig skeltir á Toftum
í næstum verða skelti við staðarnøvnum og QR kodum sett upp ymsastaðni í bygdini, so søgan um støðini verður varðveitt
10.03.2025 - 16:54
Janus Jensen og Ólavur Magnussen eru nakrir av stigtakaranum til verkætlanina um at fáa skeltir upp á Toftum. Fyri at varðveita søguna um staðarnøvnini í bygdini, hava menn í bygdini samlast einaferð um vikuna í nakrar vetrar og samlað søgur og vitan um støð í bygdini. Hendan vitan hevur verið á netinum, men verður nú lættari atkomilig, tí á skeltunum eru QR kodir, sum føra beinleiðis til søguna um staðið. Góðvilji og stuðul frá Nes Kommunu og Lions Eysturoy/Klaksvík gera, at verkætlanin nú verður veruleiki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV