Føroyar - Holland: 32 -32 hondbóltsgýsari í Hoyvíkshaganum

Føroyar - Holland: 32 -32 hondbóltsgýsari í Hoyvíkshaganum
Hondbóltsmenninir fingu eina flúgvandi byrjan upp á EM-undankappingardystin móti Hollandi, men í seinna hálvleiki var flogið skert, men Leivur Mortensen tryggja javnleikin
Mynd: Bárður Lydersen  
 
12.03.2025 - 20:14

Høgt at flúgva djúpa at falla, sigur orðafelli.

Føroysku hondbóltsmenninir fingu eina flúgvandi byrjan í EM-undankappingardystinum móti Hollandi í nýggju stórhøllini við Tjarnir. 

Í hálvleikinum vóru Føroyar á odda 18-14, og við Tjarnir kókaði.

Men høgt at flúgva, djúpt at falla, sigur orðafellið, og tað fingu føroysku hondbóltsmenninir at sanna í seinna hálvleiki. 

Hollendarar eru ein sterk hondbóltstjóð, og tá teir settu ferð á í seinna hálvleiki, byrjaðu føroysku leikararnir at renna aftaná. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen & Bárður Lydersen

 

 

Fleiri og nervar

Feilirnir blivu fleiri, so hvørt nervarnir eisini byrjaður at spøkja. 

Tá Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk eina tveir minuttir útvísing tíðliga í seinna hálvleiki, komu Føroyar av álvara undir trýst. 

Óli Mittúni, ið hevði verið so sannførandi í fyrra hálvleiki, byrjaði at aftra seg við at skjóta ella bróta ígjøgnum, og so hekk brádliga alt aftur á Eliasi. 

 

Eliasi tørvaði hjálp

Og sum so mangan fyrr, so hevur føroyskar superstjørnan brúk fyri hjálp frá hinum, um vit skulu vinna á sterkum londum sum Hollandi. 

Ikki tí, føroysku málverjarnir royndu sítt, serliga Alaksandar Lacok kom inn í seinna hálvleiki og stóð væl. 

Men tað var eins og orkan hjá føroyingunum gekk undan, meðan hollendingar áhaldandi spældu við bæði ferð og orku. 

 

Við Tjarnir vaknaði

Tá mest stóð á, og Holland hevði lagt seg á odda, so vaknaði við Tjarnir aftur úr dvala.

Hvørt mál og hvør takling bleiv fangað, men floyta og brøla bleiv eftir hvørjum álopi hjá Hollandi, og tað blivu allar dømingar, ið gingu móti Føroyum, eisini. Soleiðis má tað vera, hóast tað ongantíð gekk útyvir ítróttarandan. 

 

Tað er ikki ogv nógv sagt, at teir 3000 føroyingarnir, ið vóru komnir at stuðla sínum landsmonnum, bóru liðið inn aftur í dystin. 

 

Og tá Føroyar høvdu mest brúk fyri tí, so kom Leivur Mortensen í síðstu sekundunum flúgvandi inn frá vinstra vongi og javnaði til 32-32. 

 

Føroysku málskjúttarnir:

Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 mál
Hákun West av Teigum 7 mál
Óli Mittún 5 mál
Teis Horn Rasmussen 4 mál
Leivur Mortensen 3 mál
Allan Norðberg 2 mál

 

HAGTØL FRÁ DYSTINUM KUNNU SÍGGJAST HER. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035