Leivur ísakaldur: Eg eri bara glaður fyri at hann fór inn

Leivur ísakaldur: Eg eri bara glaður fyri at hann fór inn
Leivur Mortensen fekk avgerandi leiklut í javnleikinum ímóti Hollandi, tá hann í evstu løtu fekk bóltin á vinstra veingi og úr sera spískum tryggjaði Føroyum stig við Tjarnir
12.03.2025 - 22:19

Bert tvey sekund vóru eftir at spæla, tá Leivur Mortensen fekk bóltin á vinstra veingi.

Føroyar vóru aftanfyri við einum, og einki annað var at gera enn at royna seg úr sera spískum vinkli. 

 - Vit hava yvirtal, spæla sjey ímóti fimm, og vit vita, at teir eru glaðir fyri at dekka Hákun (West av Teigum, red.) har úti, so vit hava trupult við at spæla til hansara, segði Leivur Mortensen.

 - So taka vit timeout, og venjarin nevnir, at eg eri ræðuliga leysur har úti, men bólturin kemur ikki út fyrrenn í síðstu atløgu, og eg var kanska ikki so ræðuliga fríur, men eg síggi, at tíðin fer, sigur vongurin.

Skotið sat ovarliga, og málverjin kundi bara iðra seg, meðan føroyingarnir fegnaðust um málið, sum tryggjaði teimum fyrsta stigið í nýggja heimavøllinum við Tjarnir.

Fyri steðgin sá uppaftur betri út - tá vóru Føroyar frammanfyri við fýra og fimm málum - men í seinna hálvleiki kom stígur í, og fyri hendingaríku síðstu løtuna, vóru gestirnir mál frammanfyri.

32-32 javnleikurin gevur Føroyum 2. plássið í bólkinum frammanfyri Kosovo og Ukraina undan útidystinum ímóti Hollandi sunnudagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035