Serlig játtan gjørdi mun. Men enn eru bíðilistar

Serlig játtan gjørdi mun. Men enn eru bíðilistar
1.372 viðtalur, kanningar og viðgerðir fingust burtur úr serligu játtanini, sum var latin í fjør til at stytta bíðilistarnar hjá Sjúkrahúsverkinum
Bíðilistar vóru styttir í øllum trimum sjúkrahúsum.
 
13.03.2025 - 05:49

1.372 viðtalur, kanningar og viðgerðir fingust burtur úr serligu játtanini, sum var latin í fjør til at stytta bíðilistarnar hjá Sjúkrahúsverkinum.

Latnar vóru 4,3 mió. kr.

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, hevur svarað Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um serligu játtanina til at stytta bíðilistar.

Landsstýriskvinnan sigur, at verandi starvsfólk hava arbeitt yvir og tikið eyka tøk, til dømis nakrar leygardagar.

Í øðrum førum eru konsulentar brúktir.

Gjørdar eru 100 fleiri ADHD útgreingingar hjá vaksnum

Men enn eru 600 fólk á bíðilistanum, sum vaks aftur í januar.

Noyðast at bíða í tvey ár

Fólk noyðast at bíða í 24 mánaðir eftir útgreining.

Bíðilistin til hjartaøkið er styttur úr fimm mánaðum niður í fýra mánaðir. 

Í september í fjør vóru 129 fólk á tí bíðilistanum.

Tey vóru 76 í januar í ár.

Landsstýriskvinnan sigur í svarinum, at bíðilistin er styttur mest í urologi. Urologi er sjúkur í landrásunum.

Har eru gjørdar 498 eyka viðgerðir og viðtalur.   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035