Katla Heðinsdóttir nýggjur fakligur skrivari í Etiska ráðnum

Katla Heðinsdóttir nýggjur fakligur skrivari í Etiska ráðnum
Etiska ráðið hevur sett Katlu Heðinsdóttir sum sín fakliga skrivara. Hon kemur fyri Regin Berg, sum fór frá sum skrivari í oktober í fjør
Katla er 35 ára gomul og úr Hoyvík. Hon er útbúgving cand.mag. í heimsspeki frá Keypmannahavnar Universiteti, har hon eisini hevur skrivað eina PhD
Mynd: Privat mynd  
 
10.03.2025 - 11:29

Í oktober í fjør fór Regin Berg frá sum fakligur skrivari í Etiska ráðnum. 

Nú hevur Etiska ráðið sett Katlu Heðinsdóttir sum sín fakliga skrivara. 

Katla er 35 ára gomul og úr Hoyvík. Hon er útbúgving cand.mag. í heimsspeki frá Keypmannahavnar Universiteti, har hon eisini hevur skrivað eina PhD.

Í útbúgving og gransking síni hevur hon lagt dent á etikk, serliga heilsu- og granskingaretikk, skrivar Etiska ráðið í tíðindaskrivi.

Katla hevur í nøkur ár starvast innan vísindi og etikk á National Center for Etik í Keypmannhavn, har hon m.a. hevur greinað etiskar trupulleikar í kliniskari gransking.

Katla byrjar sum fakligur skrivari 1. mai 2025.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823