Føroyar á odda 18- 14 í hálvleikinum

Føroyar á odda 18- 14 í hálvleikinum
Við Tjarnir er nýggja hondbóltsskansi Føroya. Hondbóltsmenninir hava ognartikið nýggju stórhøllina við einum mengaravriki í fyrra hálvleiki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2025 - 19:39

Teir eru allir møttir upp, føroysku hondbóltsstjørnurnar, bæði í sinn og skinn, Elias, Óli, Hákun, Paul, Ísak, Teis og allir hinir. 

Hondbóltsmenninir hava fingið eina flúgvandi byrjan í fyrsta landsdystinum við Tjarnir móti Hollandi, og nú hálvleikur er, føra føroyar við fýra, 18-14. 

 

Treyðugt so, hollendsku leikararnir stríðast og hanga í, og dysturin er á ongan hátt avgjørdur, hóast svenski venjarin hjá Hollandi, Staffan Olsson, ikki er nøgdur við dømingina. 

Hóast tað eru stórustjørnurnar, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún, Hákun West av Teigum og Pauli Jacobsen, ið ganga á odda, so hava nýggj nøvn víst seg fram. 

 

Allan Norðberg og Ísak Vedelsbøl hava staðið seg væl, og tað hevur Aleksandar Lacko í málinum eisini. 

Fylgið við beinleiðis frásøgnini her á heimasíðuni og á stroymingini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856