Suðuroyartunnilin í tinginum í dag

Suðuroyartunnilin í tinginum í dag
Í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá løgmanni um Suðuroyartunnilin
Suðuroyartunnilin er í tinginum í dag.
 
13.03.2025 - 06:00

Í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá løgmanni um Suðuroyartunnilin.

Og uppskotið um, at Íleggingargrunnurin skal lata Suðuroyartunlinum 350 mió. kr., er eisini á dagsskránni hjá tinginum í dag.

Sambært lógaruppskotinum er upprunaliga veglinjan úr Sandvík til Skarvanesar varðveitt. 

Og kostnaðarmetingin er nú 4,2 milliardir krónur.

Tingfundurin í dag er kl.10.00.

Tey bæði málini um Suðuroyartunnilin eru fyrst á skránni.

Eftir viðgerðina í dag fara málini í fíggjarnevndina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035