Tórshavnar kommuna yvirtekur dagstovns Sankta Jósefs 1. mars

Tórshavnar kommuna yvirtekur dagstovns Sankta Jósefs 1. mars
Tórshavnar kommuna samtykti í fjør summar at keypa dagstovnin fyri átta milliónir krónur frá katólska Fransiskanarasystraskipanin, ið gavst í Føroyum í juni í fjør
Mynd: Heðin Mortensen á Facebook  
 
11.03.2025 - 10:46

Tórshavnar kommuna og dagstovnur Sankta Jósefs hava gjørt avtalu um, at kommunan yvirtók stovnin 1. mars.

Kommunan hevur bundið seg til at gera ymsar umvælingar, og starvsfólkini hjá stovninum halda fram.

Tórshavnar kommuna samtykti í fjør summar at keypa dagstovnin fyri átta milliónir krónur.

Fyri ta tíð leigaði kommunan stovnin.

Katólska Fransiskanarasystraskipanin gavst í Føroyum í juni í fjør. 

Sankta Jósefs dagsstovnur var sjálvsognarstovnur, men er nú vanligur kommunalur dagstovnur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792