Alt samband norðanfyri er óvirkið í løtuni

Alt samband norðanfyri er óvirkið í løtuni
Net arbeiðir við at rætta trupulleikan
 
12.03.2025 - 13:48

(Dagføring 15:13)

Nú er sambandið komið aftur, men av tí, at tey í Neti ikki vita, hvar trupulleikin stavaði frá, so vil Páll Vesturbú ikki útihýsa, at trupulleikar verða við sambandinum norðanfyri.

Í løtuni er alt samband norðanfyri óvirkið. Tað er Klaksvík og alt norðanfyri.

Tað merkir, at mobil, fastnet- og breiðband er óvirkið í løtuni, skrivar Net.

Páll Vesturbú, stjóri á Net, sigur í stuttari viðmerking, at arbeitt verður við at rætta trupulleikan, og  at tað vónandi kemur í rættlag skjótast gjørligt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123