13 umsóknir til stjórastarvið

13 umsóknir til stjórastarvið
13 umsóknir eru komnar inn til stjórastarvið í Kringvarpi Føroya
 
11.03.2025 - 18:33

13 umsóknir komu til starvið sum stjóri í Kringvarpi Føroya.

Freistin var úti á midnátt.

- Meginparturin av umsóknunum eru úr Føroyum, sigur Rógvi Olavson, stýrisformaður.

Seinast søkt varð eftir stjóra til Kringvarpið - í 2018 - vóru 20 umsóknir. 

- Kringvarpsstýrið fer nú undir tilgongdina at seta nýggjan stjóra, og tað fer væntandi at taka nakrar vikur, sigur Rógvi Olavson.

Starvið, ið er áramálssett í fimm ár, er lønt samsvarandi 38. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. Grundlønin er eftirlønargevandi. Afturat hesum verður latin ein ikki eftirlønargevandi viðbót fyri áramálssetan. Setanartreytirnar eru ásettar í stjórasáttmála, sum skal góðkennast av Fíggjarmálaráðnum.

Ivan Niclasen var stjóri í Kringvarpinum, men hann varð loystur úr starvi í desember eftir fund í kringvarpsstýrinum, um at hann sum kringvarpsstjóri hevði lovað einum borgara at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald. Borgarin hevði, sambært upplýsingum, hótt starvsfólk á stovninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948