- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leivur og Marianna kjakast

- Tað er skeg at hoyra mannfólk sum Leiv Thomsen í útvarpinum tosa um evnir sum eitt nú kvinnudagin ella tiltakið Femininomen og hata tað so nógv, at tað hoyrist millum hvørja linju.
Soleiðis byrjar tráður á facebookvanganum hjá Marionnu Nagata, ið hevur elvt til harðan orðadrátt.
Higartil eru komnar fleiri enn hundrað viðmerkingar, ætlaðar konsertir í Nólsoy eru avlýstar, og aðrir miðlar hava umrøtt kjakið, sum í løtum hevur verið rættiliga hvast.
Tað tykist sum, at gjógvin serliga er millum ungar kvinnuligar tónleikarar og eldri mannligar tónleikarar.
Høvuðspersónarnir í kjakinum, Leivur Thomsen og Marianna Nagata, hittast við kjakborðið í Morgunsendingini.