- Tíðindi, mentan og ítróttur
Venjarin: Eitt stórt stig fyri Føroyar
Tað var tann klassiski spurningurin eftir ein dyst, har tú hevur verið greitt frammanfyri, síðan sær út til at hava mist alt, men bjargar tær javnleikin í evstu løtu.
Ert tú fegin um, at hava fingið javnleikin, ella ert tú vónbrotin um ikki at hava vunnið?
Landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Peter Bredsdorff-Larsen, ivaðist ikki beint eftir 32-32 javnleikin ímóti Hollandi við Tjarnir.
- Nei, hetta er eitt risa stig fyri okkum, staðfesti hann.
- Um tú hyggur at stigatalvuni, er Kosovo nú tvey stig aftanfyri okkum við nógv verri málúrtøku. So hetta er næstan tað sama sum ein sigur, segði Peter Bredsdorff-Larsen millum annað.
Sunnudagin spæla Føroyar á útivølli ímóti Hollandi. Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum frá klokkan 13:30.