Kunnu viðgera samferðslupakkan ein mánað aftrat

Kunnu viðgera samferðslupakkan ein mánað aftrat
Nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum sigur, at hann fer ikki at koma við broytingum í lógaruppskotinum
Samferðslupakkin hevur m.a. til endamáls at strika tunnilsgjaldið í Vága- og Norðoyatunlinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.02.2022 - 08:41

Fíggjarnevndin hevur biðið um og fingið freist til 31.mars at koma við áliti um samferðslupakkan hjá landsstýrinum.

Fyrsta viðgerð var 27.januar. Tí skuldi álitið koma í seinasta lagi 27.februar.

Men ósemja er um samferðslupakkan í samgonguni, Og nýggjur landsstýrismaður er í fíggjarmálum.

Fíggjarnevndin sigur, at greitt er, at samferðslupakkin, fýra lógaruppskot, krevur drúgvari viðgerð.

Nevndin ætlar eisini at hoyra sjónarmiðini hjá nýggja landsstýrismanninum. 

Uni Rasmussen segði tó í gjár, at hann fer ikki at koma við broytingum í samferðslupakkanum. Tað má løgtingið gera.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035