Tvíbura- og ættleiðingaforeldur fáa nú rætt til longri barsil

Tvíbura- og ættleiðingaforeldur fáa nú rætt til longri barsil
Løgtingið hevur nú samtykt, at tvíbura- og ættleiðingaforeldur fáa rætt til longri barsil
Mynd: Shutterstock.com  
 
11.03.2025 - 12:40

Á tingfundi í dag var onnur viðgerð av lógaruppskotinum um broytingar í barsilsslógini.

Málið snúði seg millum annað um at longja um barsilstíðina hjá tví- og fleirbura foreldrum, ættleiðingaforeldrum, og at burturluta barsilstíð til annan umsorganarpersón, tá mann hevur tví- ella fleirburar.

Ronja H. Joensen er foreldur til tvíburar, og hon heldur, at tað hevur verið mismunur á foreldrum, ið fáa tví- ella fleirburar, og foreldrum, ið fáa eitt barn. 

 

Broytt til 48 vikur afturat

Fyrsta lógaruppskotið mældi til at tví- og fleirbura foreldur fingu 28 vikur afturat í barsil, og broytingaruppskotið mælir til at hesi foreldrini í staðin fáa 48 vikur afturat.

Hóast ein meiriluti í bæði andstøðu og samgongu tekur undir við uppskotinum, so snúði kjakið í løgtinginum seg í stóran mun um at lógaruppskotið eisini fevndi um sammøður.

Tað vóru serliga umboð frá Miðflokkinum og Fólkaflokkinum, ið funnust at, at uppskotið eisini fevndi um sammøður. 

Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum nevndi kunstiga ísáing, og at broyta lóggávu soleiðis, at børn skulu hava rætt at kenna sín uppruna.

Tá alt kom til alt, so var uppskotið samtykt við stórum meiriluta, 26 atkvøður vóru fyri, eingin var blonk, meðan seks vóru ímóti. 

 

INNSLAG_Barsilslog_-_Aksel_V__Johannesen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792