- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj landsstýrisfólk: Móttøka í Tinganesi
Nýggj landsstýrisfólk: Móttøka í Tinganesi
Fyri løtu síðan vórðu nýggj landsstýrisfólk tilnevnd. Sí innslag her.
10.03.2025 - 19:24
Fyri løtu síðan vórðu nýggju landsstýrisfólkini tilnevnd, tá móttøka var í Tinganesi.
Tað er Jóhan Christiansen úr Tjóðveldi, sum er nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, ið tekur við eftir Dennis Holm. Áður hevur hann verið borgarstjóri í Eysturkommunu.
Eirikur í Jákupsstovu, nú fyrrverandi løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, er nýggi landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, sum tekur við eftir Sirið Stenberg. Hon fær nú ábyrgd av uttanríkis- og vinnumálum.
Hetta hevur við sær, at Høgni Hoydal, sum hevur umsitið uttanríkis- og vinnumál, fer í Løgtingið.
Sí innslag, tá Kringvarpið var í Tinganesi, tá landsstýrisfólkini vórðu tilnevnd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV