13 hoyringarskriv um uppskotið at stytta veiðitíðina eftir svartfugli

13 hoyringarskriv um uppskotið at stytta veiðitíðina eftir svartfugli
Uppskotið at stytta veiðitíðina eftir svartfugli er til fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag, og heili trettan hoyringsskriv eru komin til uppskotið
Mynd: Shutterstock.com  
 
10.03.2025 - 13:35

Sambært uppskotinum, so verður skotið upp at stytta tíðina at skjóta lomviga, álku og lunda frá 1. oktober til 20. oktober. Og í hinum endanum skal bara vera loyvt at skjóta fugl til ársskiftið. Sum nú er, er seinasti dagur tann 20. januar. 

Tað vil siga, at tað verður bert loyvt at veiða svartfugl frá 20. oktober til 1. januar.

Tey flestu, sum hava latið inn hoyringsskriv, taka undir við uppskotinum, men Veiðifelagið er tó ímóti at stytta veiðitíðina. 

Uppskotið at stytta veiðitíðina byggir á tilmæli hjá Ramsarnevndunum fyri Mykines, Skúvoy og Nólsoy.


Mynd: Shutterstock.com

 

Veiðifelagið skrivar:   

"Um henda broyting verður samtykt, so vilja flestu lundapisur vera farnar til havs, áðrenn veiðutíðin byrjar. Og teir føroysku lomvigarnir, sum koma undir landið í januar, fáa møguleika at verpa og fáa pisu enn einaferð." 

Ramsarnevndin fyri Nólsoy skrivar: "At enda skulu vit siga, at royndirnar vísa, at lomvigin er staputur (skiftir fjarðar) í fyrru helvt av oktober, og tí verður meginparturin av veiðuni í oktober skrædlaður, og tað kann ikki sigast at verða burðardygt." 

Harafturat heldur nevndin, at síðani veiðutíðin varð stytt í 1979, er veiðutrýstið um veturin við byrsu munandi økt, tí bátarnir sigla munandi skjótari. Eisini er bátatalið størri og somuleiðis hevur ein avís vinnulig veiða eftir svartfugli tikið seg upp, vísir Ramsarnevndin í Nólsoy á. 

 

Havstovan hevur eisini latið inn hoyringsskriv, og har verður millum annað sagt, at: 

"Grundaða á, at einki gjøgnumskygni er viðvíkjandi nøgdini av fugli, ið verður tikin í mun til stovnstødd, kann eingin fuglaveiða í Føroyum kallast vistfrøðiliga burðardygg." 

Havstovan sigur tí, at tá stovnurin framvegis minkar, er avgjørt ikki ráðiligt at loyva nakrari veiðu, fyrr enn stovnurin er komin fyri seg aftur. 

Fuglafrøðifelagið tekur undir við uppskotinum at stytta veiðitíðina, sum loyvir er at skjóta svartfugla vetri - frá 1. oktober til 20. januar. Eisini fegnast felagið um, at fuglaveiðan skal fráboðast. 

Áhugafelagið Lonin, sum fæst við fuglaveiði í Sandoynni, mælir til, at útseta málið fyribils í eitt ár, og fáa fleiri hagtøl til vega um, hvørjir fuglastovnar verða mest skotnir. Harafturat verður mælt til kanningar við loggarum og genetiskskum kanningum. 

 

Fuglaveida_upplestur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823