- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjarni: Sálarligur harðskapur skal við í revsilógina
Bjarni: Sálarligur harðskapur skal við í revsilógina
Sálarligur harðskapur og tráfylging er átrokandi at fáa í revsilógina, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
11.03.2025 - 19:46
Sum nú er, so eru ongar ásetingar í føroyskari lóggávu um sálarligan harðskap og tráfylging.
Men í sambandi við fyrstu viðgerð av lógaruppskotinum um broytingar í revsilógini á tingfundinum í dag, so var orðaskiftið serliga um ásetingar um sálarligan harðskap og tráfylging.
- Sálarligur harðskapur og tráfylging er átrokandi at fáa í revsilógina, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
Eyðvør Tausen Olsen, leiðari í Kvinnuhúsinum, leggur dent á, at slík áseting í lóggávuni er fyribyrgjandi ímóti sálarligum harðskapi.
Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða:
Salarligur_hardskapur_Bjarni_og_Kvinnuhusid
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV