Fyrstu lesandi á Setrinum flyta inn í kampus á Frælsinum í heyst

Fyrstu lesandi á Setrinum flyta inn í kampus á Frælsinum í heyst
Landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum skýtur nú upp, at løgtingið játtar 7,3 mió..kr. til at prosjektera heildarætlanina fyri kampus á Frælsinum í Havn
 
11.03.2025 - 12:37

Løgtingið skal nú taka støðu til, um ein heildarætlan skal projekterast fyri skúlabygningarnar á Frælsinum.

Um løgtingið samtykkir uppskotið, kann sigast, at so er avgjørt at byggja eitt fróðskaparsetur á Frælsinum, men spurningurin er í hvussu nógvum stigum tað skal byggjast.

Í heyst verður arbeiðið at umvæla lon 5 í skúlabygninginum á Frælsinum liðugt, og tá kunnu tey fyrstu lesandi flyta inn.

Talan er um 1200 fermetrar av eini heildarætlan, sum fevnir um 7000 fermetrar. Tað eru teir gomlu skúlabygningarnir hjá Venjingar- og Læraraskúlanum.

 

Kostað 39 mió. kr. higartil

Í viðmerkingunum verður sagt, at tað er umráðandi, at politiska skipanin hevur tikið støðu til heildarætlanina, tí hon fevnir um annað enn høvuðsumvælingina.

Í hesum sambandi er eisini neyðugt at hugsa um hús at búleikast í, meðan umvælt og bygt verður.

Mest sannlíkt verðu bygt í stigum, lon fyri lon.

Tað hevur kostað um 39 milliónir at umvæla lon 5. Henda prjekteringin fevnir ikki um høvuðsbygningin, sum liggur millum verandi skúlabygningar og Vinnuháskúlan. 

Hoyr samrøðuna við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum. 

INNSLAG_Setrid_-_Djoni_Nolsoe_Joensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791