
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú eru Eirikur og Jóhan tilnevndir landsstýrismenn

Á móttøku fyri innbodnum í Tinganesi nú klokkan 17, tilnevndi Aksel V. Johannesen, løgmaður, nýggju landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldi.
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna fyri Tjóðveldi, og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum til móttøkuna í Tinganesi (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Hetta hendi eftir, at Tjóðveldi hevur valt at gera eina størri rokadu í landsstýrinum í sambandi við, at Dennis Holm legði frá sær sum landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.
Jóhan Christiansen er nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Jóhan Christiansen var tilnevndur landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum fyri Dennis Holm, sum er farin aftur í tingið.
Sirið setti seg í sessin hjá Høgna
Heldur enn at siga, at tað var tað, at maður kom í mans stað, so valdi Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, ið hevur umsitið almanna- og mentamál, sjálv at fara at umsita uttanríkis- og vinnumál fyri Høgna Hoydal, sum fer aftur í løgtingið.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, takkar Høgna Hoydal, fyrrverandi formanni í Tjóðveldi og nú eisini fyrrverandi landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, fyri trúgva tænastu (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Harvið gjørdist landsstýrissessurin hjá Sirið Stenberg í almanna- og mentamálaráðnum tøkur, og hann var tillutaður Eiriki í Jákupsstovu, sum var tilnevndur landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
Eirikur í Jákupsstovu, nýtilnevndur landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, fær eitt klemn frá Akseli V. Johannesen, løgmanni (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Eirikur í Jákupsstovu hevur sitið sum varamaður á løgtingið síðani samgongan varð skipað í 2022.